Til tollbúðina Jesus gekk

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 22. juli 2007.

Til tollbúðina Jesus gekk
við lærusveinum sínum,
har halga kallið Levi fekk:
“Fylg mær!” verð ein av mínum.
Hann lýðin var og fór avstað
í Jesu Kristi ferðalag
og fylgdi honum fegin.

Tað sannur kristindómur er:
– í Jesu fótasporum,
at fylgja honum, hvussu fer,
í verki og í orðum.
Tí tað er bæði satt og vist,
at vegurin er Jesus Krist,
sum heim til Guds oss leiðir.

Í Jesu fylgi savnast tey,
ið syndir sínar sanna,
hann grøðir teirra sálarneyð,
vil síni børn tey kanna.
Bert Jesu fylgiskapur kann
oss bjarga trygt til staðin tann,
har Gud er alt í øllum.

Lov, prís og tøkk tí ljóða skal
til Jesu Krist aleina,
tí tváað er hans brúður sæl
í offurblóði reina,
nú stevnir hon á sigursleið
til gleðisong, sum tagnar ei
í sæla, hvíta skara.

FavoriteLoadingGoym tekstin