Til ungdómin

Orð: Nordahl Grieg
Lag: Otto Mortensen
Týtt úr norskum: Árni Dahl
Upprunaheiti: Kringsatt av fiender
Viðmerking: Yrktur í 1936 sum mótmæli móti herdubbing nastista og fasista.

1. Hóttur av fíggindum
halt treiskur á,
blóðugur ágangur,
stinnur statt tá.
Óvardur kanska spyrt
tey, ið teg herja:
Sig, hvar er áhaldsið,
ið meg kann verja?

2. Hygg her er verja tín,
verndarasvørð:
Álit á mannasál,
lívið á jørð.
Kríggj er at háða lív,
friður at skapa.
Legg alla megi í,
deyðin skal tapa.

3. Alskhugur – dreymaspæl,
alt stórt, ið var.
Stevn móti ófrættum,
bið so um svar.
Eiggilig mannasál,
heimurin ríkur.
Svølta og pínast fólk,
er onkur svíkur.

4. Knúsið nú órættin,
børn, ung um vøll.
Sólskin og mannarætt
eiga vit øll.
Tá eru vápnini
vunnin og vigin,
finna vit álitið,
vinna vit friðin.

5. Hetta er lyftið stórt
frá mær og frá tær.
Jørðin vit búgva á
er okkum kær.
Eitt er at gæta væl:
Frískleiki, varmi.
Sum um vit bóru barn
eymliga á armi.

FavoriteLoadingGoym tekstin