Til vildar øllum kann eingin gera

Orð: Ivar Aasen
Lag: Danskt fólkalag
Týtt úr norskum: Nyholm Debess

1. Til vildar øllum kann eingin gera,
tað er nú gamalt og vil so verða.
Eg haldi, altíð tað roynist best
at hjálpa har, sum tað treingist mest.

2. Um best tú bryggjar og roynir baka,
tó onkur er, sum vil fegin vraka,
tá so tann eini at ropa fer,
so rópa brátt bæði Páll og Per.

3. Ja, mangir dómarar vilja vera,
at øllum flenna, men einki gera;
og lýti finna tey víða hvar,
men sjá´lvi einki tey kunna sær.

4. Og mong tey eru, sum stúrin ganga,
eitt hánsorð fær tey at halla vanga.
Tey skuldi tikið tað meira lætt, –
tað kundi hent, at tey høvdu rætt.

5. Spyr aldri um, hvat tey flestu halda!
Mot rætt og sanning má einki valda.
Tað ræður lítið um tungt og lætt,
tað ræður meira um rangt og rætt.

FavoriteLoadingGoym tekstin