Orð: John Samuel Bewley Monsell
Lag: Tom Fettke
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Worship the Lord in the beauty of holiness
1. Tilbiðið Harran í prýði háheiløgum,
hjørtuni boyggið, kunngerið hans prís!
Við lýdnis- og forbønarroykilsi heiløgum
níg fyri honum og heiður hans vís!
2. Fram fyri ásjón hans stígið í sannleika,
takksemisgávur og lov honum ber,
við sannleika hjartans og kærleikans reinleika
offur til Jesus, sum Kongur vár er!
3. Tilbiðið Harran í prýði háheiløgum,
hjørtuni boyggið, kunngerið hans prís!
Við lýdnis- og forbønarroykilsi heiløgum
níg fyri honum og heiður hans vís!

