Tilbiðið vár Kong í Himlinum hátt

William CroftHenry John GauntlettVictor Danielsen
Orð: Robert Grant
Lag: William Croft, Henry John Gauntlett
Týtt: Victor Danielsen

1. Tilbiðið vár Kong í Himlinum hátt,
áh, syngið um hann, hans kærleik og mátt,
vár skjøld, vára verju – áh, tøkk honum ber,
sum býr har í ljósi, hálovaður er!

2. Áh, syng um hans vald, hans náði sig frá,
hvørs búni er ljós, hvørs tróna er há,
sum tornar í vreiði, sum eina ger frið,
sum stormur ber boð um – áh, Harran tilbið!

3. Hvørt undurfult verk, sum skoðast í dag –
tú Alvaldi, hond tín virkaði tað!
Tú jørðina festi, sum vikast ei kann,
og sjógvin – sum kápu tú gavst henni hann.

4. Hvør mála kann rætt títt verk og tín veg!
Ja myrkur og ljós, tey tala um teg,
og luftin og havið og heyggjar og fjøll –
ja, handaverk tíni, tey lova tær øll!

FavoriteLoadingGoym tekstin