Tillukku

Orð: Fróði Vestergaard og Barbara á Tjaldrafløtti
Lag: Fróði Vestergaard

Tillukku, tillukku, tillukku
tú tú hevur føðingardag
tú gleðist um nýsprotna árið
vit fagna tær saman ídag.

Tó meðan eg frøist børn gráta
um heimin sum aftur tey sveik
og mammur um pápar tey spyrjandi spurdu
uttan at fáa nakað svar.

Tilukku, tillukku, tillukku
tey kundu ei siga í dag
har fólk fyri orð sita revsað
bert tankarnir flýggja avstað,

men høvdu vit øll kunnað fegnast
og ynskt hvørjum øðrum hvønn dag
so tóku vit hendur saman um heimin
og dansaðu til hetta lag.

Tillukku, tillukku, tillukku
øll hava føðingardag
vit gleðast um nýsprotna árið
saman vit eiga ein dag

“Øll halda føðingardag,
saman vit eiga ein dag”.

FavoriteLoadingGoym tekstin