Timburmenn

Orð og lag: Símun von Konoy

Hann situr og kúrir í oyðini høll,
sær flugur, tvístertur og stór torvatrøll.
Nær man hann fara sjúkuni at basa,
nær kann hann aftur hurðina upplæsa?

Og sveittin hann drívur úr hvørjari spong,
hann sær eiturkoppar krúpa í tí dýggjvátu song.
Nær man hann fara sjúkuni at basa,
nær kann hann aftur hurðina upplæsa?

Hann skelvir, hann piprar, hann rópar, hann ristir;
hann eigur onki at drekka, sjálvt um hann er tystur.
Nær man hann fara sjúkuni at basa,
nær kann hann aftur hurðina upplæsa?

Inn koma svartaklukkur av ymsari stødd,
ein halaleysur frensur og ein seyður uttan høvd.
Nær man hann fara sjúkuni at basa,
nær kann hann aftur hurðina upplæsa?

Nú bankar upp á dyrnar, inn kemur reyðargull;
ein javnari, ein fløska av brennivíni full.
Nú man hann fara sjúkuni at basa,
nú kann hann aftur hurðina upplæsa!

FavoriteLoadingGoym tekstin