Tín andi, Guð, til Jesus Krist meg kalli

Mikkjal á Ryggi
Orð: Valdimar Briem
Lag: Hans Jacob Højgaard
Týtt: Mikkjal á Ryggi

1. Tín andi, Guð, til Jesus Krist meg kalli
og føri meg væl fram á rætta leið,
so altíð eg at brósti hans mær halli
í sorg sum gleði alt mítt æviskeið.

2. Tín andi, faðir, mínum anda lýsi
við orði tínum, ljósi sannleikans,
í lív og deyða tað mær vegin vísi
og leiði barn títt heim til himnalands.

3. Tín andi, faðir, hvørja freisting vinni,
so at eg vendi mær frá heimsins synd,
og at eg altíð djúpt í brósti inni
bjart beri Jesu halgu fyrimynd.

4. Tín andi, faðir, styrki sál og sinni
og skapi í mær hjartað gott og nýtt;
hjálp, at eg heim í himmiríki finni,
tá ið her endar jarðarlívið mítt.

FavoriteLoadingGoym tekstin