Tín armur, Jesus, einaferð

Victor Danielsen
Orð: Edward Hayes Plumptre
Lag: William Croft, Gottfried W. Fink
Týtt: Victor Danielsen

1. Tín armur, Jesus, einaferð
til frelsu sterkur var,
og myrkur, sjúka, deyði, grøv,
alt víkti fyri tær!
Til tín tey komu, málleys, blind,
tú reisti sjúk og deyð,
spitølsk, av illum andum sett,
og tú, tú grøddi tey.

2. Við teg at nema, tað var lív,
tín Faðir heiður fekk,
tá andasettur stillur sat,
hin lamni frískur gekk;
og vís nú tína sterku hond,
vit savnast um teg her!
Sum forðum við Genezaret
við signing nær nú ver!

3. Tú lívs og deyðans Harri, kom,
við Anda okkum fyll,
reis upp og lívga, ugga her,
og hjørtuni ger still!
Til teir, ið tala, vísdóm gev,
og ver tú sjálvur nær,
at sjúk og frísk og sterk og veik,
við gleði takka tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin