Tín dag við Gudi byrji tú

Jógvan við Keldu
Lag: Victor Danielsen, Jógvan við Keldu
Týtt: Victor Danielsen

1. Tín dag við Gudi byrji tú
og fyri honum boyggi knæ,
lyft hjartað til hans høga bú,
og undir veingjum hans søk læ!

2. Guds bók lat upp og henni í
finn styrk, hon halgi hug og sinn;
lat orðið lætta dagsins stríð,
og framgongd á Guds leiðum vinn!

3. Við Gudi gjøgnum dagin far,
ið hvat tú gert, hvar leið tín ber!
Um burtur, heima, hann teg sær,
í øllum, altíð, nær hann er.

4. Bið altíð – tala við tín Gud,
í andanum mót Himli stíg,
og takka fyri sælan lut,
lat lovsong búgva hjarta í!

5. Og enda dagin Gudi við,
sig honum synd og brek og føll,
lít á hitt blóð, sum veitir frið
og tekur burtur misbrot øll!

6. Sov so við Gudi søtan blund!
Hann unnir barni sínum frið;
og er hon nær, tín síðsta stund,
hann standa skal við tína lið.

FavoriteLoadingGoym tekstin