Tín frelsari teg spyr í dag

Orð: Johannes Barstad
Lag: Guttorm Ihlebæk
Týtt: Edmund í Garði

1. Tín frelsari teg spyr í dag,
um tú vilt gera ferðalag,
so hann kann trúgvur leiða teg
um lívsins vandafulla veg?

2. Hann elskar teg so høgt og stórt,
tað sýnir alt, hann hevur gjørt.
Hann elskar teg um mark og mál,
o, gev nú honum lív og sál.

3. Hann vil teg leiða fram á mál,
frá óndum bjarga tíni sál,
hann lekja vil hvørt sár og mein,
so sál tín gleðist, rík og rein.

4. Við gráti legg teg til hans barm,
tá synd tín veldur honum harm,
og verður kring teg oytt og kalt,
til Jesus gakk, sig honum alt.

5. Søk hann í bøn, les hansar orð,
og søk hans dýra altarborð,
sig honum ja, tí ónda nei,
o, gloym so frelsara tín ei!

FavoriteLoadingGoym tekstin