Tín Frelsari tolin tær bíðar í dag

Orð og lag: George S. Smith
Týtt: Victor Danielsen

1. Tín Frelsari tolin tær bíðar í dag,
hann bíðaði ár eftir ár;
áh, hoyr hann, tí tá fyrst tín sál verður glað,
tá fyrst grøðast tey svíðandi sár!

Niðurlag:
Tín Frelsari kallar júst nú;
vilt tú ikki koma júst nú?
Hoyr rødd hans nú í dag.
Og tín sál skal verða glað,
áh, kom, og ver frelstur júst nú!

2. Av kærleika stórum her niður kom hann
og leið fyri teg, fyri meg,
og sæl er tann sál, sum í deyða hans fann
rættferð, frelsu og frið fyri seg!

3. Enn, enn hann teg kallar; so drála ei tá,
men kom í hans víðopna favn!
Tí annars í dóminum søkka tú má,
tó tú kundi nátt tryggur í havn.

FavoriteLoadingGoym tekstin