Tín kærleik eingin hugur skilja kann

Orð: Mary Shekleton
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Tín kærleik eingin hugur skilja kann,
mín Gud og Harri, ei eg fati hann!
Tó vil eg, Jesus, fegin grunda á
hans longd og breidd og hædd og dýpd og sjá
hann meir og meir!

2. Eg vildi talað um hann fyri teim,
sum burt vilst eru, sagt við tey: Kom heim!
Tí Jesus fyri teg í deyðan gekk,
av kærleika til tín á krossi hekk –
kom heim, áh, kom!

3. Um kærleik tín eg vildi sungið prís
og ært teg, tænt tær á ein betri vís;
tú hevur hjarta mínum givið frið
og sæla vón um dýrd í Himli við –
takk, Harri Krist!

4. Men tó eg, hesum veika holdi í,
ei rætt tær prísi, Jesus, nakra tíð,
mítt tóma ílat fram eg beri tó,
hjá tær jú flýtur lívsins kelda góð –
áh, fyll meg nú!

5. Ja, fyll tú meg við kærleika frá tær!
Eg einki størri veit at ynskja mær;
lær meg at drekka av tí kelduni,
sum flýtur út við hvílu fyri meg
hjá tær, hjá tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin