Tín náði, himmalski Faðir

Orð: Anton Levinsen
Lag: Sophie Hedvig Dedekam
Týtt: Victor Danielsen

1. Tín náði, himmalski Faðir,
hon veri songevni mítt
við teimum, sum allar staðir
høgt gera dýrdarnavn títt!
Ja, vil av sonnum eg frøa
mítt hjarta náðini við,
má altíð av munni mær fløða
eitt ljós um kærleik og frið!

2. Við Andanum lær meg at tala
um teg, so tað kveikir upp eld
og ger manga sálina sæla,
sum liggur í syndini seld!
Brót niður í hjarta og sinni
alt, alt av mær sjálvum er!
Tá boðskapur birtist har inni,
sum øðrum í hjartað fer!

3. Mítt ynski er eina at verða
júst tað, sum tú ætlaði mær:
Eitt einki, sum navn títt kann bera
til mangan, ið ljósið ei sær.
Gud, hoyr hesa bønina mína
í Himlinum, har tú ert:
Meg boða lat náði tína
og vera tær lovsongur bert!

FavoriteLoadingGoym tekstin