Tín, o, Jesus, tín at vera

Orð: Th. W. Oldenburg
Týtt: Jákup Dahl

1. Tín, o, Jesus, tín at vera
er mín lyst og øll mín æra,
tín í lívi, tín í deyð’!
Tí vil eg alt gjøgnum stríða,
í títt fótspor vil eg stíga,
fylgja tær, sum tú mær beyð.

2. Ja, eg veit, bert tann kann finna
ærukrans, sum teg vil ynna,
heiðurskrúnu, lívsins frið,
sum í øllum lívsins vandum,
fjandans sviki, myrkurs grandum
trúgvur gongur tær við lið.

3. Undir krossi vil eg ganga,
tolin bera vegin langa
krossin, Jesus, sum er tín;
gangi eg í dimmum dølum,
tó eg veit, í himnasølum
væl skal enda leiðin mín.

4. Før meg millum deyðans boðar,
før meg gjøgnum trongdar logar,
gjøgnum storm og ódnarhav!
Einki ger, bert tú meg leiðir,
hjarta mítt teg sjálvan eigur
sum sín góða trygdarstav.

5. Náðiljós títt á meg stráli,
lýsi mær mín veg á málið
alla mína ferð á fold!
Og lat inn hjá tær meg stíga,
tá ið taldir dagar líða,
og eg leggjast skal í mold!

FavoriteLoadingGoym tekstin