Tín rødd meg kallar blítt

Orð og lag: Lewis Hartsough
Týtt: Flóvin Tyril

1. Tín rødd meg kallar blítt
til tín í kærleika.
Meg reinsar dýra blóðið títt,
ið fleyt á Golgata.

Niðurlag:
Frelsari, á teg
trúgva nú vil eg,
líta eina blóð títt á,
ið fleyt á Golgata.

2. Um veikur, armur eg,
tú kraft og vernd mín ert.
Tú strikar mína syndaskuld,
meg lýtaleysan gert.

3. Áh, bótarblóð so dýrt,
áh, ríka náði tín,
áh, gáva stór tú Jesus ert,
øll styrki, rættferð mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin