Tín veg, áh, Gud, ei mín

Horatius BonarVictor Danielsen
Orð: Horatius Bonar
Lag: Clement William Poole, T. Bairstow
Týtt: Victor Danielsen

1. Tín veg, áh, Gud, ei mín,
hvør myrkt enn vera skal!
Leið meg við tíni høgru hond
um enn í skuggans dal!

2. Um óslætt ella slætt,
alt til mítt besta er;
er gøtan bogin ella bein,
hon heim til tín tó ber.

3. Ei velja tori eg,
eg vil ei, um eg kann;
men Harri, vel tú mær mín lut!
Tá rætta leið eg fann.

4. Áh, fyll tú mína skál
við tí, tú, Harri, vilt,
við tí, sum best man tykjast tær –
vel tú mær gott og ilt!

5. Vel gleði ella sorg,
vel stormar ella logn,
mær heilsu ella sjúkdóm gev,
vel armóð ella ogn!

6. Ei eg, ei vilji mín!
Nei, tú, tú velja skalt!
Ver tú mín kraft, mín leiðari,
mín vísdómur, mítt alt!

FavoriteLoadingGoym tekstin