Tína dýrd tú ofraði

Orð og lag: Noel Richards
Týtt: Øssur Berghamar
Upprunaheiti: You laid aside your majesty

Tína dýrd tú ofraði,
tá tú komst av hæddini,
og av hondum, ið tú skapti, vart tú særdur.
Tú lætst lív, men upp tú stóð,
og meg reinsaði títt blóð,
nú tú høgt ert lyftur upp og verður ærdur.
Eg tær lovi, Gud og Harri mín,
hjarta mítt tú vanst – eg eri tín,
ja, tín um ævir vil eg vera.
Tú mær lív við krossins deyða vann,
setti meg í frælsi – frið eg fann.
Eg av hjarta ynski stórt títt navn at gera.

FavoriteLoadingGoym tekstin