Tíns ríkis søk, mín Jesus, skal

Orð: K.L. Reichelt
Týtt: Johs. Mortensen / Johs. Andr. Næss

1. Tíns ríkis søk, mín Jesus, skal
mær vera dýrdin kær.
Tøkk, at tú komst við meg á tal
og gavst mær kall frá tær.
Ov vesalan eg kenni meg
til her at stríða fyri teg;
men tú, sum gavst mær vinarnavn
og eymliga meg tókst í favn,
mær megi ber
at fara tína ferð!

2. Gev mær títt eyma kærleikssinn,
ið særdum ugga ber!
Leið meg í pínslu tína inn,
meg styrk, meg fúsan ger!
Meg síggja lat við tínum brá
hvørt fólk, tú lív og mark lætst fá,
og tola heimsins neyðarstand,
fast lítandi at tær, Guðs lamb,
til deyðans dag
í treystum, tolnum lag!

3. Tá veit eg, eygað einaferð
fær dýrdarsjón at sjá;
tá lívsins dagur endar her,
er endi neyðum á;
Guðs ríki stendur sólarskrýtt,
Krists kirkjulið sum brúður prýtt,
úr hvørji ætt tað komið er.
Hvør glaður sigurskrúnu ber
og syngur hátt:
Guð eigur allan mátt!

FavoriteLoadingGoym tekstin