Tit, brúðarfólk góðu, nú lýðið á

Týtt: Axel Tórgarð
Viðmerking: Brúðarvísa av donskum uppruna

1. Tit, brúðarfólk góðu, nú lýðið á
tað kvæði, sum her skal ljóða
um Ísak, patriarkin, og tá
hann konu sær fann og góða.
Av tí kunnu tit bæði læra tað,
at Guð vil vælsigna hvørt hjúnalag
um Hann tey óttast og æra.

2. Ábraham heitir á húskall sín,
sum frægastur var av monnum:
“Tú rætt mær nú hond, og eiðin tín
tú svørja skalt mær av sonnum,
at hollur og trúgvur tú vera skalt,
mær soninum heinta eitt vív útvalt
og haðani, eg tær ávísi.

3. Av gentunum Kánaanslandi á
tú ongari boð skalt bera,
tí sannan Guð tær ei trúgva á,
hav einki við tær at gera;
men far til tað land, har eg føddur varð,
ta røttu gentuna finnur tú har,
sum Guð hevur Ísaki ætlað.”

4. Sum sømir seg, gav Eliesar tað svar:
“Eg skal út á ferðina leggja;
men um hon nú ikki vil koma við mær,
skal son tín so hagar eg eggja?”
Men Ábraham svaraði honum tá:
“Um tú hevur gjørt tað, sum eg legði á,
So hevur tú gjørt tína skyldu.

5. Tann Guð, meg frá fedraætt kallaði,
meg higar til Kánans læt leiða
og gav mær tað lyftið, at eftir meg
skal fólk mítt hetta landið eiga,
sítt einglalið senda við tær hann skal,
so ferðin hjá tær kann eydnast væl.
Hann sjálvur skal bønarorð bera.”

6. Tann sveinurin trygdareiðin svór
og gjørdi seg til at fara.
Hann við sær tók bæði fólk og djór,
gull silvur og dýrgripir aðrar.
Til Mesopotamiu leiðin ber,
og brátt í Nakors staði hann er,
sum Ábraham sagt honum hevði.

7. Ein brunnur standur við henda stað,
har vildi tann sveinur seg hvíla
og hvíldina veita til fólk og fæ,
sum tænt høvdu árla og síðla.
Tá komu tær moyggjar úr staðnum har
at fáa sær vatn, so sum siður var.
So gjølla hann lítur at teimum.

8. Og síðan til himmalska Harra sín
at hjarta í bøn sær vendi:
“Kom nú og náði tína sýn
mót Ábraham, sum meg sendi.
So eg til fulnar kann vita tað,
at henda giftan hon kemur í lag
av tínum vilja og ráði.

9. Tann av hesum moyggjum, sum sigur við meg:
“Hygg, vatnið skal veita tær linna,
tú drekk nú fyrst sjálvur og leska teg,
so skal eg kamelunum brynna.”
Gævi Guð, at tað má vera hon,
sum fær til húsbónda Ábrahams son.
Lat tað vera mær eitt tekin.”

10. Men ikki so skjótt var havd tann bøn,
so kom Rebekka til brunnin,
hon Bethuels dóttir, tann moyggin vøn,
ei fagrari fljóðið varð funnið.
Hon kemur at draga sær vatn so fró
og hittir Eliesar, við brunnin stóð.
So blídliga hann henni heilsar.

11. “Tú gev mær ein vatnssopa,” sigur hann,
“eg eri so sera tystur.”
“Ja, fegin,” hon sigur við ókunnumann,
“tú fá tær nú sjálvur fyrstur,
ímeðan til brunnin eg fara skal
og geva kamelunum skjótt og væl,
og eingin skal vera svikin.”

12. Hann tigandi stóð og hugdi at,
til eingin var eftir, sum tysti,
tí hann vildi síggja, um Harrin læt
tað henda, sum honum lysti.
So henni eitt silvurker hann gav
og ringar, sum bóru av øllum av,
úr dýrasta gulli slignir.

13. Og segði: “Sig mær, góða tú,
frá ætt og frá faðir tínum,
og hvar kann eg fáa vistir nú
fyri mær og øllum mínum?”
Hon svaraði: “Bethuel faðir mín er,
hjá okkum er innivist fyri tær
og fóður til tínar kamelar.

14. Rebekka nú ovfarin gávurnar bar
til húsa uttan at drála.
“Hygg, hetta gav fremmandur maður mær,
tá ið eg skuldi vatnið hála.”
Men bróðurin Laban tá undrar seg
og fer út til brunnin so beinanveg,
har alt er sum systirin segði.

15. “Vælsigni teg Guð og Harrin nú
fyri gávur og sýndan heiður.
Hví stendur so síðla her úti tú,
Hjá okkum tú innivist eigur.
Til djór tíni fjós nú fáast skal,
og fólkini tey skulu sita væl.
Nei, tit skulu einki sakna.”

16. Hann bjóðaði øllum til hús við sær,
og har varð sett á borðið;
men Eliesar eg undan bar,
og hevði sín eið við orði:
“Eg sessist ikki við hetta borð,
fyrrenn tit hava hoyrt hvørt einasta orð,
sum eg eri biðin at bera.

17. Í Ábrahams húsi eri eg
tann elsti av hansara køllum,
Guð gjørdi hann ríkan og múgvandi,
í mæti hann ber av øllum,
til neyt og seyð, til silvur og gull,
og har er við fólki húsini full,
kamelar og hvørt av sínum.

18. Kona hans Sára, sum gomul er,
fekk sonin á ellisdegi,
tann sonin, sum navnið Ísakur ber,
hjá Guði og monnum ein gleði.
Hans faðir gav honum góðs og garð,
og Kánaansland, sum er heimstaður vár,
er honum av Harranum játtað.

19. Nú havi eg Ábrami svorið, so satt
eg ikki kann undan meg siga,
at vitja til tykkara, hansara ætt,
og um hesa gentu biðja.
Ja, Harrin við brunnin sýndi mær tað,
at gentuna havi eg funnið í dag,
sum er mínum húsbónda ætlað.

20. Tí biði eg tykkum, tit veiti mær svar,
sum gentuni ráða og valda,
at eg við vissu kann vita við mær,
hvat tit munnu um hetta halda.
At ei av røttum skal sigast um meg,
at børnini sendi eg ørindi,
men fari síðani sjálvur.”

21. Laban og Bethuel søgdu hartil:
“Ímóti tær siga vit ikki,
tí Harrin tað hjúnalag hava vil,
sum er eftir hansara tykki.
Vit okkara játtan víst geva tær,
Men gentan skal sjálv veita tykkum svar,
hvat henni á hetta líkist.”

22. Rebekka varð kallað fyri teir inn
nú sjálv fyri seg at svara.
“Er hetta í huga tær enn um sinn
við hesum monnum at fara
frá landi og øllum, sum tær er kært?
Tú skalt ikki siga, at noydd tú varðst,
tín egna vilja tú hevur.”

23. Hon svaraði teimum so satt og rætt,
sum Harrin skeyt henni í huga:
“Guðs gerning at broyta er mær ikki lætt,
tað man eingin menniskja duga.”
Hon rættir Eliesari sína hond,
at hon vildi koma til Kánaansland
og har vera kona Ísaks.

24. “Eg Ábrahams Guði takki fyrst,”
sang hann av hjarta og munni,
“sum gjørdi, at ferð mín eydnaðist,
So gentuna eg havi funnið.
Hann miskunnsamur og náðigur var
mót húsbónda mínum og so móti mær.
Um ævir Hann heiðurin eigur.”

25. So leitar í sínum viðføri,
og festarfæ moynni hann gevur,
gull, silvur og dýrastu klæðini,
tey vakrastu, nakar hevur.
Og mamman og bróðirin tey fingu sítt,
tað var ikki lítið, ið teimum varð býtt-
so tekur hann til í stórum.

26. Tá fyrstani hann at borðum fer
og teir, ið við honum vóru.
Teir ótu og drukku, sum siður er,
og glaðir frá borði fóru.
Men annan dagin hann vildi avstað –
Rebekka við honum í ferðalag –
hann kundi ei longur bíða.

27. “Vælsignað tú veri, vár systir kær,”
so ljóðaði samfeldur songur
“og himmalsins Harri signi teg har,
sum leiðin hjá tær nú gongur.
At ætt tín skal fjølgast í túsundtal
og yvir sínum fíggindum hava skal
alt valdið og yvirræðið.”

28. Eliesar við moynni í saðil steig,
hon fekk á kamelinum sæti.
Og genturnar tær fylgdu henni á leið,
har var bæði kúrur og kæti.
Hon vinunum heilsaði góða nátt,
og síðani hildu tey leiðina brátt,
til Kánaansland mundi liggja.

29. Men tá ið tey komu heilt surður har,
sum Ísakur bústað hevði,
tá var hann um kvøldið farin sær
at hyggja at bøi og seyði
og hava sítt dagliga bønarhald
til Harrans, sum hevur á øllum vald –
tá sær hann kamelarnar koma.

30. Rebekka nú hugdi upp og sá
har Ísak á bønum ganga,
hon smæðin sær vendi til sveinin tá,
hana ført hevði vegin tann langa:
“Hvør er hasin maður, sum kemur har?”
“Mín húsbóndi er tað,” var hansara svar,
“hvørs hústu tú nú skalt verða.”

31. Tá Ísakur hevði frá ferðum frætt,
um hvussu tað gingist hevði,
hann til Rebekku – eg sigi tað satt –
sær vendi og hond sína legði
í hennara hond og leiddi nú
í móðurhúsið ta einastu frú,
hann elskaði allar sínar dagar.

32. Tann sama himmalska Harra Guð
vit biðja fyri tykkum báðum,
at góðska Hans falli tykkum í lut
at liva í friði og náðum
í árini mong og at síggja við
bæði børn og komandi ættarlið,
til deyðin man skilnaðin gera.

FavoriteLoadingGoym tekstin