Tit búgv tykkum reisið á orðsins hellugrund

Orð: Jakob Peter Mynster Paulli
Lag: Johan Peter Emilius Hartmann
Týtt: Christian Matras og Petur William Háberg
Upprunaheiti: Jert hus skal I bygge

1. Tit búgv tykkum reisið á orðsins hellugrund,
tá vikast ei veggur í lívsins ódnarstund,
um samlívið er í lívd av krossins træ,
vil heimið vera vart undir tryggasta lað.
Ei myrkrið fær makt,
stendur krossurin vakt.

2. Hvør gerð verði signað í bønar sterka bað,
hvør langtan og vón vend mót himmalsins stað,
um sól rennur upp, um kvøldið legst um lond,
lat bønarbrúgv stíga mót heimlandsins strond.
Har bønin fær makt,
standa einglarnir vakt.

3. Til hann, sum í brúdleyp í Kána boðin varð,
sum tíðirnar skifta, tit haldið tykkum nær.
Vælsignað hvør lon, sum Jesus kallar sín’,
har Harrin vil dvølja, kann vatn vera vín
og friðarsins vakt
verja hjartnanna pakt.

4. Gud skjól tykkum verði, til lívssól niður fer,
tað lýsir á veg, at Gud kærleiki er,
hann leiði tá fet í kongaborg um stund,
har eingin skal skiljast, sum kemur á fund.
Tá fullgjørd er sátt
við Guds kærleikans mátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin