Tit gevið mær ljóð eina lítla stund

Jóannes Patursson
Orð: Jóannes Patursson
Lag: Vísulag (Í túsund ár og meira aftrat)
Viðmerking: Umbøn Føringafelags um at fáa føroyskt mál í real- og læraraskúlan var noktað.

1. Tit gevið mær ljóð eina lítla stund,
lat dynja eftir í Føroya grund.
Í Havnar skúla
fekk móðurmálið á múla.

2. Lat syngja um hamrar, skorar og fjøll:
Føroyingin hava teir rikið úr høll.

3. Fransar og eingilskmenn settu teir við,
danir og týskarar lið um lið.

4. Allir teir náddu um dyrnar inn;
úti stóð ein – tað var føroyingurin.

5. Úti stóð ein við harmi og sorg,
fyrsta sessin hann átti í borg.

6. Hvar eru tit systrar, hvar eru tit brøður?
Hava tit gloymt tær gomlu søgur?

7. Hava tit gloymt, tá eg sat í stóli?
Hvussu er nú vorðið í mínum bóli?

8. Svarið mær systrar, hví er her so trongt?
Hvør er her, sum hevur fyri mær stongt?

9. Hoyr’, svarið mær greitt, er tað fransurin,
danskarin, illviljin, øvundin?

10. Um varðmaður sjálvur hin fánýti var,
so máttu tit tó latið upp fyri mær.

1. So mátti eg átt mær systkin á landi,
sum kloyvdu tær hurðar við birtum brandi?

12. Nei, teir skjóta fyri stokk og slá,
og har torir eingin at herja á.

13. Í Havnar skúla har er so trongt,
at móðurmálið er úti stongt.

FavoriteLoadingGoym tekstin