Tit Harrans fólk í dag

Isaac WattsRobert LowryVictor Danielsen
Orð: Isaac Watts
Lag: Robert Lowry
Týtt: Victor Danielsen

1. Tit Harrans fólk, í dag
nú takið undir fró,
við sigurstónum syngið glað
til Gud eitt takkarljóð!

Niðurlag: Vit fara til Zion,
dýra og heilaga Zion,
vit fara nú upp til Zion,
Guds dýra og heilaga stað!

2. Lat tøgn tann falla á,
sum ikki Guds barn er!
Men Harrans frelsti skari má
við gleði syngja her!

3. Og sum vit ferðast tá,
vit eiga Andans troyst,
inntil vit Himmalheimið ná
og standa ævigt loyst.

4. So syngið glað tí øll!
Skjótt kemur fagnaðarár;
skjótt hóma vit tey ljósu fjøll,
skjótt tornar síðsta tár!

FavoriteLoadingGoym tekstin