Tit hermenn Krists, nú farið so treystliga í stríð

Orð og lag: J. Slack
Týtt: Victor Danielsen

1. Tit hermenn Krists, nú farið so treystliga í stríð!
Halt ljósins merki høgt, ver trúgvur, Harran lýð!
Um Harrans Andi drívur bæði vitnisburð og song,
tá frelsast skulu sálirnar og loysast hjørtu mong.

Niðurlag:
Í Jesu navni fram, hin glaða boðskap lat
ljóða til hvørja sál, sum fyrr í myrkri sat!
Hoyr tað, ein og hvør, ja, ung og gomul nú:
Jesus hevur fullført alt, og frælsi eigur tú!

2. Tit hermenn Krists, nú biðið, ja, sum Elias bað,
og eldur falla skal av Himli enn í dag
og brenna burt hitt hoyggj og strá, sum bert til hindurs var!
Tí eina hjartans reina gull frá Gudi æru fær.

3. Tit hermenn Krists, ja, syngið nú sigurssongin so,
at múrar falla enn, sum forðum Jeriko!
Men lat tað vera Andans rødd, ta mildu, Himli frá!
Tá anda frítt tey trongdu bróst, og sjón tey blindu fá.

4. Tit hermenn Krists, áh, vitnið við reinum lívi mest!
Tað er hitt hvassa svørð, sum rakar hjartað best;
lat fylgjast lív og vitnisburð, sum orðið býður tað,
og birtast skal eitt ljós frá tær á hvørjum myrkum stað!

5. Tit hermenn Krists, nú gleðist, tí skjótt vit heimið ná,
og har av Jesu hond vit sigurskrúnu fá!
Tá skulu vit ei skiljast meir, ei kenna sakn sum her;
har uppi ljósið ævigt er, ei sorg, ei neyð har er.

FavoriteLoadingGoym tekstin