Tit hús tykkum byggið á orðsins klettagrund

Johan Peter Emilius HartmannChristian Matras
Orð: J. Paulli
Lag: Johan Peter Emilius Hartmann
Týtt: Christian Matras

1. Tit hús tykkum byggið á orðsins klettagrund,
tá vikast ei veggur í lívsódnarstund,
og árnurin er í lívd av krossins træ,
tá búgvið er skýlt undir tryggasta lað;
har krossur berst hátt,
missir myrkrið sín mátt.

2. Hvør ítrótt skal signast í bønar sterka bað,
hvør langtan fullskírast og vón hevjast glað;
um sóldagur rís, um kvøldið legst um lond,
lat bønar dúgvu boða úr bú frá tykkar hond;
har bøn hevur mátt,
standa einglar við gátt.

3. Og hann, sum var boðin í Kána brúðarferð,
sum tíðirnar skifta, hann fylgd tykkar ver!
Vælsignað hvør lon, sum Jesus kallar sín’,
har Harrin vil dvøljast, kann vatn verða vín,
og friður holvir hátt
yvir hjartnanna sátt.

4. Guð skjól tykkum gevi, til lívssól niður fer,
tað ljómar á veg, at Guð kærleiki er!
Hann leiði tá fet í kongaborg um stund,
har eingin skal skiljast, sum kemur á fund,
har fullgjørd er sátt
við Guðs kærleika mátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin