Tit nú lyfti hava givið

Orð: Terje B. Vestergaard
Lag: The Rose – Bette Midler

Tit nú lyfti hava givið,
hava sagt hvør øðrum ja.
Hjúnarband nú hava bundið,
ferðast saman frá í dag.
Kærleiksband, ið tykkum knýtti,
aldrin sundur slítast skal,
ja, at elska og at æra,
lat tað verða dagligt val.

Lívsleið nýggj í dag er byrjað,
lívskós saman hava sett.
Tá tit heim nú skulu byggja,
lat tað byggja á tann klett,
Hann, sum yvir øllum ræður,
leggið alt í Hansar hond.
Ja, tá tryggur er hvør dagur,
til tit náa himnastrond.

Góði Faðir, vit teg biðja,
hesi tvey varða væl,
so hvønn dag í friði, gleði,
at tey kunnu liva sæl,
og í lívd av tínum krossi,
teirra heim Tú tryggja skal,
Tá á Teg tey vilja byggja,
veit eg, at tey byggja væl.

FavoriteLoadingGoym tekstin