Tit, sum í fjøru fóru

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Regin Dahl
Viðmerking: Yrktur til fólkafund í Hálendingabúðum í Kunoy 3. juni 1934.

1. Tit, sum í fjøru fóru
at skera tara har
og taraleypin bóru
langt inn um hagagarð.
Tit, sum við haka gingu
um mýru, eyr og sand
og korn at næla fingu,
tit bygdu hetta land.

2. Tit, sum við ár í hendi
so mangan ódnardag
á hesum strondum lendu
við hógv og góðum lag,
tit veiddu fisk av grunni
og slitu hungurband,
fyri hvønn plink, tit funnu,
tit bygdu hetta land.

3. Tit liva ei í søgum
sum teir, ið brutu garð;
tó móti hæddum høgum
hvør yrkisdagur bar,
tí tykkar strev og stinni
tað sløkti hungursbrand,
og tykkar ríka sinni
tað bygdi hetta land.

4. Tað vóru ikki hjálmar
og ikki lúðraljóð,
tað vóru tykkar sálmar
og tað, í tykkum bjó,
sum gjørdi hesar heiðar
og eyr og hagasand
til gróðrarbúnar teigar.
Tit eiga hetta land.

FavoriteLoadingGoym tekstin