Títlingur lítli

Orð: Louis Zachariassen
Lag: Rikard Nordraak

1. Tú sangst eitt so vakurt
og yndisligt ljóð
í morgun, tú uppi á mønuni stóð.
Syng, títlingur lítli, eg skilji teg væl.
Mær leingist at hoyra títt ljóðfagra spæl.

2. So mangan eg spældi á grønari grund.
Eg kleiv upp um hamrar og leikti í lund,
men aldri eg hoyrdi eitt vænari lag
enn tað, tú í morgun á mønuni kvað.

3. Í fjarløgdum londum er fagurt og frítt,
har syngja teir fuglar so lokkandi blítt;
best hugnar mær tó her á Føroya grund
og lagið, tú títlingur syngur um sund.

4. Tí meðan eg lítil í vøgguni lá,
tú satst, sum tú enn situr mønuni á.
– Syng, títlingur lítli! Eg skilji teg væl.
Mær leingist at hoyra títt ljóðfagra spæl.

FavoriteLoadingGoym tekstin