Títt dýra blóð, sum rann

Lag: Hans G. Nägeli
Týtt: Victor Danielsen

1. Títt dýra blóð, sum rann,
tað okkum frelsu vann;
hvar finst ein slíkur kærleiki,
sum so seg ofraði!

2. Og nú við vín og breyð
vit minnast á tín deyð,
ta beisku skál, tú tømdi tá,
so vit ta søtu fá.

3. Vælsignað er títt navn,
tú okkum tókst í favn;
við hvønn av okkum sigur tú:
Áh, minst meg, minst meg nú!

FavoriteLoadingGoym tekstin