Títt evangelium

Orð: Arthur T. Pierson
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Títt evangelium
mín harða vilja vann;
Gud heimin elskaði,
og Son sín sendi hann,
at hvør og ein, sum trýr hann á,
:,: skal ævigt lív og frelsu fá. :,:

2. Sum ormurin gav lív
til hvønn, sum á hann sá,
so Gud sín egna Son
læt heingja krossin á,
at hvør og ein, sum trýr á hann,
:,: eitt ævigt lív og frelsu vann. :,:

3. Til frelsu, ei til dóm
kom Jesus niður her,
men tann, sum ikki trýr,
hann longu dømdur er;
men hvør og ein, sum trýr á hann,
:,: eitt ævigt lív og frelsu vann. :,:

4. So, sál, hoyr hetta orð!
Tín frelsa er í tí;
títt egna ónýtt er,
øll bøn, øll gerð, alt stríð;
tí tann er frelstur, eina tann,
:,: sum sær Guds Son og trýr á hann. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin