Títt lív er mítt lív, Harri Jesus

Orð: Ernst C. Homburg
Lag 1: Peter P. Bilhorn
Lag 2: Alfred P. Gibbs
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: A thousand thanksgivings

1. Títt lív er mítt lív, Harri Jesus,
tín krossdeyði deyði mín var.
Tín pína var mín og tín angist,
og mín vegna dómin tú bar.
Av kærleika krossin tú toldi,
og fyri meg bløddi tú har.
Tí túsundtals, túsundtals tøkkir
eg beri nú, Frelsari tær.

2. Tú fyri meg skommina toldi,
alt hatur og spott og alt háð,
vart særdur og stungin, ja, sligin,
húðflongdur Pilatusi hjá.
At leyskeypa meg undan dómi,
tú deyðan leið krossinum á.
Tí túsundtals, túsundtals tøkkir
eg bera tær, Frelsari, má.

3. Áh, Harri, av hjarta eg sigi
tær tøkk fyri alt, sum tú leið,
at negldur í hendur og føtur
í deyðan tú fyri meg steig,
so eg allar ævir skal liva
í dýrdini, Jesus, tær hjá.
Ja, túsundtals, túsundtals tøkkir
eg beri tær, Frelsari tá!

FavoriteLoadingGoym tekstin