Títt lív er stutt, áh, syndari

Lag: William A. Ogden
Týtt: Victor Danielsen

1. Títt lív er stutt, áh, syndari,
dvøl ikki myrkri í!
Nýt tíðina, tonk um Guds orð,
hon er so stutt, tín tíð!

Niðurlag: Kom til Jesus og fá frið!
Hann skal frelsa, grøða við;
kom, tí skjótt hon farin er,
náðitíðin dýra her!

2. Títt lív er stutt, áh, syndari,
fá uppgjørt tína sak!
Í dag, nú hurðin opin er,
mót lívi, friði tak!

3. Áh, ævinleikin langi har!
Hann kemur, flýggjast ei;
og minst, hann myrkur er, um tú
til kallið sigur nei!

4. Kom, syndari, áh, kom í dag,
nú Harrin er tær nær!
Trúgv á hans blóð, og sál tín lív,
frið, fyrigeving fær!

FavoriteLoadingGoym tekstin