Títt lív hevur virði

Orð: Árni Jacobsen
Lag: Ókendur

Títt lív hevur virði,
júst teg var tað fyri,
at Kristus ofraði lívið.
Til dóms mátti ganga, á krossinum at hanga,
so at mannaættin bjarging kundi fá.

Fullført varð verkið,
tá dómurin sterki varð vunnin,
vit frí kundu standa.
Úr deyðans bondum mót himmalsins strondum
stevnir sálin, sum á Jesus hevur trúð.

Um tung er tín gøta,
myrk mong ein løta,
títt lív av syndini markað,
ein er vinurin blíður,
sum dagar og tíðir ynskir frelsa teg og leiða teg á mál.

Hoyr hvat hann sigur og bønliga biður.
“Við dyrnar eg standi og banki.
Um tú meg hoyrir,
ei frá tær meg koyrir,
eg í lívi tínum festa skal búgv”.

FavoriteLoadingGoym tekstin