Títt lív, tað gavst tú mær

Orð: Frances R. Havergal
Lag: Philip P. Bliss, Arnold Ovenden, William H. Havergal
Týtt: Victor Danielsen

1. Títt lív, tað gavst tú mær,
títt blóð í mín stað rann,
tá sál mín bundin var
til deyða, dóm og bann;
ja, lív títt, lív títt gavst tú mær!
Hvat gevi eg nú tær?

2. Frá føgru, ljósu strond
og einglasongi har
tú komst til sløg og bond
og krossin tunga bar;
tú fórt frá øllum fyri meg,
hvat læt eg fyri teg?

3. Mín hugi skilir ei,
hvør djúp ið kvølin var
á tíni deyðaleið;
men lívið vanst tú mær.
Tú leið, tú leið tað fyri meg;
hvat leið eg fyri teg?

4. Og gjøgnum alt títt stríð
kom niður her til mín
ein frelsa full og frí,
ja, friður, náði tín;
tú ríkar gávur veitir mær,
hvat beri eg nú tær?

FavoriteLoadingGoym tekstin