Tivoli

Heri Nolsøe
Orð og lag: Heri Nolsøe

Í Tivoli har melur eydnuhjól í ring,
og vit vinna bamsur og nógv ting.
Í “rutsjubreyt” vit skríggja hart og halda fast,
meðan alskyns ljós kring okkum sæst.

Á flúgvandi teppi kitlar tað í búkinum,
tá vit svinga um trøini upp um.
Vit drekka Cola og vit eta “kandifloss”
og fívilin hann er eitt “kloss”.

Í radiobilum koyra vit og renna á,
stýra undan og stundum aftaná.
Á pallinum koyra tey á einum hjóli kapp,
meðan fjøldin gevur teimum klapp.

Ein fívil missir allar bóltarnar útav,
ein annar sá út sum hann svav.
Vit drekka Cola og vit eta “kandifloss”
og fívilin hann er eitt “kloss”.

Karosellin svingar til vit lætta okkum á,
øll nísta og spenna hvørja tá.
Vit drekka Cola og vit eta “kandifloss”
og fívilin hann er eitt “kloss”.

Í Tivoli har melur eydnuhjól í ring,
og vit vinna bamsur og nógv ting.
Í “rutsjubreyt” vit skríggja hart og halda fast,
meðan alskyns ljós kring okkum sæst.

Á flúgvandi teppi kitlar tað í búkinum,
tá vit svinga um trøini upp um.
Vit drekka Cola og vit eta “kandifloss”
og fívilin hann er eitt “kloss”.

FavoriteLoadingGoym tekstin