Tjaldrið

Orð: Sigvald Djurhuus

Myrki vetur burtur fer;
tjaldur aftur komið er.
Ver vælkomin aftur
kæri summarskattur!

Fyrstu ferð eg tjaldrið sá,
sat tað einum steini á
inni undir Gerðum
troytt av strongum ferðum.

Tjaldrið hevði flogið langt;
tí var tað nú vorðið svangt.
Nú er eingin vandi,
nú er lagt at landi.

Tjaldrið visti, hvar tað var,
fann í fjøru fliðu sær,
mettaði sín maga,
fleyg so inn í haga.

Tá sá eg ta hvítu lið,
hoyrdi kenda kli, kli, kli.
Hugur mín var lættur,
brátt er summar aftur.

Tjaldrið settist á ein heyg,
har sá tað ein hvítan seyð.
“Góðan morgun fárið,
ríkt eg ynski árið!”

Fleyg so norð í Breiðaskarð,
reiður bygdi tað sær har
og fekk sær ein maka,
ið krækling kundi taka.

“Aftur hittust vit í vár,
her vit búðu síðsta ár:
ungar brátt vit fáa,
áður enn menn sláa.”

FavoriteLoadingGoym tekstin