Tjaldur, ver vælkomið til okkum heim

Orð: Jákup Dahl
Lag 1: Peter Alberg
Lag 2: Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur í Vági um várið í 1907.

1. Tjaldur ver vælkomið til okkum heim,
frá ókendum, fjarskotnum londum!
Tú bert okkum boð um ein ljósari dag,
at nú er brátt summar í hondum.

2. Ein dagin, mín sál var so vetrarstird,
eg gekk mær mót havinum vestur;
eg hoyrdi títt “klipp”, tað vælkenda ljóð,
tú kærkomni summargestur.

3. Men langt er her enn til summarsligt lag,
enn fannir fjøllini fjala;
og frostbitin er hvør túgva at sjá,
enn rokur á firðum mala.

4. So langt er her enn, til ein frælsis sól
kann summar um landið ala,
tí fólkið enn svevur sín vetrarblund;
so seint búgvast spírur at næla.

5. So trekir vit eru at fara á gongd
og fylkjast í frímannaliði,
at røkja várt land og byggja várt heim
eftir fornum frímannasiði.

6. Lágt liggur tokan, køvandi tung,
og myrkir for arbeiðsins degi,
av myrkri og iva er fólkið sjúkt,
einki álit á egnari megi.

7. Men kemur tú, tjaldur, ár eftir ár,
tú, boð um ljósari tíðir,
so skal tað kennast um landið alt,
tað tekur at sumra umsíðir.

8. Lat sólina skína um dalar og fjøll,
grønkast lat heiðar og líðir!
Tí øll vit leingjast mót lívgandi sól,
vónandi sælari tíðir.

FavoriteLoadingGoym tekstin