Tjaldursunga beyð hin lagna harða

Orð: Maria Mikkelsen
Lag: Henrik Rung
Viðmerking: Yrktur til veitslu í Føroyingafelag í Keypmannahavn í 1911.

1. Tjaldursunga beyð hin lagna harða,
at hann úr Føroya fjøru skuldi fara.
Hann hampar bul og viengir
til sína drúgvu ferð, –
so fjaðurskotin streingir,
og øll hans føring er:
Føroya mál – biv og skillilátur,
Føroya mál – bros og loyndargrátur,
Føroya mál.

2. Og eydna var tað onnur mál at nema,
– men tjaldursnev og barki var tað sama.
Og roynir hann við gleði,
at hvat hann gat um stund,
tað sodnar fyrst til megi,
skírt í hans egnu lund.
Ættarmál, – arvur ei at granda,
ættarmál, ognin um at vanda,
ættarmál.

3. So fyri innivist, har ond helt stevnur,
og fyri friðskjól, gyrt um sálarevnir,
høgt vellir upp úr huga
ein eym og eyðkend trá:
at unna tær við duga
í ráðagerð og dáð!
Móðurmál – vápn úr tær at berja,
móðurmál – erni títt vit verja,
móðurmál.

FavoriteLoadingGoym tekstin