Tó at bylgjan, vill og há

Victor Danielsen
Orð: William Clark Martin
Lag: Daniel B. Towner
Týtt: Victor Danielsen

1. Tó at bylgjan, vill og há,
brýtur veika skip mítt á,
frið eg eigi, tí eg veit,
er enn royndin hørð og heit,
akker mítt er sterkt og dygt,
liggur allar ævir trygt.

Niðurlag: Akker mítt, tað halda skal;
blás so, villi stormur, her
á mítt skip, tó veikt tað er!
Tí mítt akker aldri fer,
tað er trygt og fast, er trygt og fast.

2. Streymur sterkur kring meg er,
djúpið loyndan vanda ber,
loftið dimma skýggj so svørt,
eingin lýsir stjørnan bjørt;
akker mítt fer ei úr stað,
ódnin hørð ei vikar tað.

3. Neyðin tung kann hjartað ná,
royndir svárar troka á,
vandafull er lívsins kós,
freisting dimmir bjarta ljós;
trygt eg stýri myrku leið,
akker mítt, tað svíkur ei.

FavoriteLoadingGoym tekstin