Tøkk, Faðir, fyri náttarblund

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 18. januar 2010.

Tøkk, Faðir, fyri náttarblund
og hesa føgru morgunstund,
nú sólin sær á fjøll og ong,
og fuglar syngja fagnarsong.

Tøkk fyri hvílu, vernd og frið
og alt títt halga einglalið,
sum dag og nátt er okkum hjá,
til vit her fara foldum frá.

Tøkk fyri alt, tú gevur mær,
og fyri øll, mær eru kær.
Tøkk fyri heilsu, breyð á borð
og fyri sæla lívsins orð.

Gud, signi tú várt føðiland,
frá fjalli og til fjørusand.
Varðveit, o Gud, tú fólkið alt.
Lov, tøkk tær veri túsundfalt!