Tøkk fyri Orð títt, Frelsari dýri

Fanny CrosbyIra David Sankey
Orð: Fanny Crosby
Lag: Ira David Sankey
Týtt: Jákup Olsen

1. Tøkk fyri Orð títt, Frelsari dýri,
opna várt eyga dýrd tess at sjá,
beri til hjartað vit tað og vísdóm,
alt, ið tí forðar, tak okkum frá.

Niðurlag: Tøkk fyri Orðið, greitt tað at boða
veri tað nú várt mið og várt mál.
Hjálp okkum eyðmjúkt fylgja tess ráðum,
sannleik tess goymi væl vár sál.

2. Tøkk fyri lyfti, áminning, ugga,
Orðið, sum lykt og ljós várt er her,
peikar har upp, hvar sælan ósagda
fløðir um alt, sum livir og er.

3. Sæl eru tey, ið Orðinum fylgja,
ævigt tey verða Harranum hjá,
lívstræið góða veitir teim grøðing,
drekka har sæl av lívsins á.

FavoriteLoadingGoym tekstin