Tøkk, Jesus Krist, mín frelsari

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur um kyndislmessuleitið 1963. 

Tøkk, Jesus Krist, mín frelsari,
so svárt tú píndist fyri meg;
eg veit, at beisk tær gjørdist skál,
tí rokað var mítt syndamál.

Niðurlag: O, Jesus Krist, tær veri prís,
tí frelsuleiðin liggur vís.
Títt himmiríki er í námd,
og skjótt so hvørva skuggalond.

Tøkk, Jesus Krist, víst tori eg
at seta álit mítt á teg;
eg veit, tín dýra sáttargerð,
hon allar mínar syndir ber.

Eg má teg elska, Jesus mín,
so dýrakeypt er náðin tín;
o, Jesus, halt meg tætt at tær,
so bílig náðin ei gerst mær!

Tú veit mær styrk at liva svá,
at eina teg eg byggi á!
Ver klettur mín um alla stund,
mín vón og troyst, mín lívsins grund!

Í lýdni lær meg tæna tær
ta foldarstund, ið tú gavst mær.
Tá sólin sær á síðstu sýn,
tá, Harri, tak meg heim til tín.