Tolin bíða

Hans Adolph BrorsonJanus Djurhuus
Orð: Hans Adolph Brorson
Týtt: Janus Djurhuus

1. Tolin bíða,
trongdir líða,
trongdir líða við dapri lund.
Koma skal fríða –
um bert vit bíða,
um bert vit bíða – summarsins stund.

2. Stundir trongar –
skundir ongar,
skundir ongar – so lívsins lag, –
sól tó sæst stava
á fonn og kava,
á fonn og kava – nær grønkast flag?

3. Far, lítla dúgva,
royn at flúgva,
royn at flúgva tær handan á,
kanska í nándum
tá berst í hondum,
tá berst í hondum smáurtir at sjá.

4. Lítla mín dúgva,
royn at flúgva,
royn at flúgva við urt yvir vað. –
Gloppast eitt sindur
steingjandi grindir,
steingjandi grindir, tá gerst tú glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin