Tómligt kenst á arbeiðsplássum

William J. Gaither
Orð: William J. og Gloria Gaither og Charles Milhuff
Lag: William J. og Gloria Gaither
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: The King is coming

1. Tómligt kenst á arbeiðsplássum,
eingin ferðsla gøtum á,
flestu samfeløg løgd lamin,
einki Guds barn er at sjá!
Horvin eru ung og gomul,
kvinnur, menn kring heimin her,
tí nú løtan upp er runnin
– Jesus afturkomin er!

Niðurlag: Hoyr, nú kemur Jesus!
Nú kemur Jesus.
Lúður Guds eg væl nú hoyri,
Jesu andlit eygað sær!
Ja, nú kemur Jesus!
Gud, prís tær veri!
Hann kemur nú eftir mær!

2. Ótald andlit síggjast ljóma,
har tey standa endurloyst,
brotin heim og skildir vinir,
børn og systkin endurreist!
Menn og konur aftur sameind,
keypt við Kristi dýra blóð,
kryplar, deyv og blind og brekað
klødd í klæði, hvít sum snjó!

3. Róm sum fossadun eg hoyri,
yndistónleik, hørpuljóð.
Pínd, forfjónað, tey, ið liðu,
syngja øll nú glað og fró!
Kongabúna tey nú bera,
pálmagrein hvør frelstur fær!
Himmalkórið lovsong hevjar,
syngur: Náði dýrabar!