Tonk, einaferð er tokan burtur svunnin

Orð: Wilhelm A. Wexels
Lag: A.P. Berggren
Týtt: Victor Danielsen

1. Tonk, einaferð er tokan burtur svunnin,
tað dimmi, sum á hesum lívi lá,
og ævigt bjarti dagurin er runnin –
tonk, aldri nátt og myrkur verður tá!

2. Tonk, einaferð er einki ógreitt longur,
er einki hví, sum ei kann fáa svar,
er eingin vandi, har mín fótur gongur –
tonk, allir Harrans vegir greiðast mær!

3. Tonk, einaferð hvør hjartasorg skal stillast,
og saknur, pína vera ikki kend,
av Harrans kærleika skal sál mín fyllast –
tonk, tá øll kvøl í lov og prís er vend!

4. Tonk, einaferð mítt eyga hann skal síggja,
sum her á fold so veikt eg havi trúð!
Tilbiðjan tá eg veiti honum, nýggja –
tonk, tá hans Himmal er mítt sæla bú!

5. Tonk, einaferð eg uttan synd skal liva –
hvør hugsan rein, ódálkað hvør ein gerð!
Eg fyri freisting aldri meir skal biva –
tonk, heilagleiki fullur einaferð!

6. Tonk, einaferð í gyltu Himmalsølum
eg tala skal um lívið hitt, sum svann,
við kunningar úr hesum táradølum –
tonk, tá ið vinur vin har aftur fann!

7. Vek, Harri, hesa hugsan mær í hjarta,
um leiðin tungfør er og byrðin svár!
Hon blítt skal kveikja ljós í myrkri svarta
og lívga mødda sinnið, turka tár!

FavoriteLoadingGoym tekstin