Tonk tá tíðin hvørvur og eg ævigt skoða skal

Orð: Anna-Lisa Nordström
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tonk, tá tíðin hvørvur og eg ævigt skoða skal
hin Guðs undurfulla ljósa Dýrdarstað!
Tað, mín hugur ei kann tekkja, eygað aldri sæð,
skal eg skoða hin Guðs undurfulla Dag!

Niðurlag: Á, hvønn undurfullan lukkudag,
tá eg koma skal í Hin Guðs Stað!
Aldri meir eitt skýggj, ei myrkur, aldri meir eitt tár
í tí Nýggja Staði Guðs Jerusalem.

2. Aldri meir har sorg meg plágar, aldri meir eitt tár
brenna skal mítt kinn, sum her í hesi verð.
Ongan vin, sum svíkur, eingin skilnaður er har,
einki hví tá í Guðs Staði ljóða fer.

3. Tonk, tá eg skal síggja Jesus, Brúðgóm mín og vin,
og skal síggja Hansar’ gjøgnumstungnu hond;
tá ið einglakórið syngur Lambsins lov og prís,
skal eg syngja Guði prís á Lívsins Strond!

4. Á, mær leingist heim, – ja, víst eg síggi longu nú
hvørja frelsta og við blóð útloysta sál;
og ein rødd eymt teskar: O, Mítt barn, skjótt ert tú har,
halt bert út, um stutta stund tú náar mál.

FavoriteLoadingGoym tekstin