Í tonkum so djúpum eg stóð ein dag

Orð: George Perry
Lag: L. Morris
Týtt: Øssur Berghamar

1. Í tonkum so djúpum eg stóð ein dag
við Genesarets strond – tí har
var savnað ein fjøld um ein fremmandan,
sum úr Galileu var.
Eg sá, at Hann nam við ein blindan mann,
sum brátt síggjandi fróur gekk;
hin lamni, sum einsamur, bundin sat
nýggja styrki í øklar fekk!

Niðurlag: Á, eg kendi meg gripnan av Honum,
Hans náði, Hans signaða brá.
Hesum fremmanda úr Galileu
gav eg hjarta mítt heilt júst tá.

2. Hann talaði Orð, sum fekk bylgjurnar
við eitt til at leggja seg.
Hans myndugleiki fekk stormarnar
at bráðtagna beinanveg!
Í hond Hans eg legði mítt lív, mítt alt,
tá Hann talaði til mín milt;
hvør bylgja brátt legðist, hvørt boðabrot
fyri Orðum Hans: Tig, ver stilt!

3. Tann náði, sum andlit Hans lýsti av,
eg ongantíð gloyma kann,
tá eg í syndanna myrkri gekk
og undurfult Hann meg fann.
Eg eyga nú fekk á tey merkju djúp,
Hann á hondum og fótum bar,
mín Frelsari gjørdist hin fremmandi,
Hann, sum úr Galileu var.

FavoriteLoadingGoym tekstin