Torir Jesusi tú fylgja?

Orð: Lina Sandell
Lag: Jens Guttesen, C.C. Williams
Týtt: Victor Danielsen

1. Torir Jesusi tú fylgja,
hvat tað enn tær kosta má?
Tá ið heimurin teg háðar,
orkar tú at standa tá?
Torir tú at velja Jesus,
torir tú viðkennast hann,
vilt tú krossin á teg leggja,
orkar tú at bera hann?

2. Staðin, høgt á fjalli bygdan,
hvør skal kunna fjala hann!
So kann Jesus ikki fjalast,
um av sonnum hann tú fann;
nei! Er Jesus eina vorðin
Harri tín og Frelsari,
so kanst tú ei leingi dylja
hetta fyri verðini.

3. Heimsins viðhald ella hatur
missa skal sín týdning brátt;
Jesus kann tær geva lívið,
uttan hann er dómsins nátt.
Vel tí nú, um lív tað stendur,
hann, ið ei er við, er mót;
boygg títt hjarta, boygg tín vilja,
boygg teg nú við krossins fót!

4. Tak ta frelsu, Gud tær býður,
trúgv á Frelsaran, hann gav!
Tá tú fært ein skatt á foldum
og ein loðs um deyðans hav;
vel nú, vel í dag, mín vinur!
Háð og spott og krossin her,
hinumegin hvíld og krúnu,
vel nú beint, og skjótt tað ger!

FavoriteLoadingGoym tekstin