Tornakrýndan trænum á

Jógvan við Keldu
Orð: Henry Grattan Guinness
Lag 1: Richard Redhead
Lag 2: Jógvan við Keldu
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Crowned with torns upon the tree

1. Tornakrýndan trænum á,
stillan vit, Guds Lamb, teg sjá,
nívdan undir byrðini,
dømdan, slignan, doyggjandi!

2. Panna tín er køld og bleik,
sál tín líðandi og veik;
undrandi eg síggja má,
hvør ein sorg tær hvílir á.

3. Gjøgnumstungna síða tín
gevur læ og lívd til mín;
frá mær sjálvum hvíli eg
og frá heimsins tóma veg.

4. Fjald í náði, endurloyst,
gleði, hvíld í hjartað oyst,
hvíla vit í blóðinum
og dýrt keypta friðinum.

5. Dýrabara offur! Tú
míni sál ert kærur nú;
ongan annan frið veit eg
nú og til eg síggi teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin