Tórshavn tú av øllum ber

Orð og lag: Martin Mouritsen

1. Tórshavn tú av øllum ber
í tín favn meg tekur
reikar hugur søguferð
gomul minni vekur

2. Fedrar løgdu lunnar her
bygdu hesar varðar
býur stendur enn í gerð
vaksin út um garðar

3. Breiðir seg so við og við
niðan móti fjøllum
setist enn eitt ættarlið
veitir rúm tú øllum

4. Ringvegur ein yrkadag
fólk í bili ferðast
áður hesum sama stað
leypur skuldi berast

5 Trøðin teirra álit var
amboð grev og haki
maður fong til húsa bar
tungt var mangt eitt takið

6. Tíðin broytt er síðan tá
vøksturin tað krevur
menningannar tíðarbráðonnur virði gevur

7. Hava alsk til Havnar bý
gamla og hin nýggja
virða okkar fedra stríð
søguna vit síggja

8. Fólk í býi hava skund
yrki sínum tæna
sólskinsdag í viðarlund
smábørn mata svana

9. Setist Ólavsøkuting
túsund ár á baki
føroyingar enn sláa ring
fast er lógvatakið

10. Sangur, ítrótt, tónalist
kveikir hugsjón góða
mennir oss til mangan dyst
okkum samansjóða

11. Borðan í ein landsynning
Eystnes árla lýsir
karmur okkara sjónarring
Nólsoy megi vísir

12. Líta út á havnarvág
skip og bátar kenna
ganga havnargøtum á
her skal lív mítt renna

FavoriteLoadingGoym tekstin